LANDSFYRISITINGIN

Í Føroyum hava vit skipan við tingræði. Løgtingið velur løgmann, og løgmaður tilnevndir landsstýrisfólk.

Og vit hava, sambært stýrisskipanarlógini, skipan við landsstýrismannaábyrgd. Hetta merkir, at landsstýrisfólkini hava ábyrgd fyri teimum málsøkjum, ið tey fyrisita. Landsstýrið er ovasta lagið í skipanini. Landsfyrisitingin er embætisverkið hjá landsstýrinum.

Undir landsstýrinum eru nógvir ymiskar stovnar, sum ymisk landsstýrisfólk varða av.

Her sæst eitt yvirlit yvir landsbygnaðin frá 2021